- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pallborðsfundur um makrel- og sildastríðið
Pallborðsfundurin byrjar við framløgu hjá Bjørn Kunoy, PhD og løgfrøðingi í Uttanríkistænastuni, og Hans Ellefsen, PhD í búskapi. Teir greiða frá ósemjuni um býti av makrel- og sildastovnunum út frá einum altjóðarættarlig atliti.
Síðani verður kjakast um makrel- og sildastríðið í sambandi við eitt væl mannað pallborð, har høvið verður at seta spurningar úr salinum.
Við pallborðið sita Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan, og Hans Ellefesen, PhD í búskapi.
Tiltakið er partur av sjómannadøgunum, sum í hesum døgum fara fram í Klaksvík.