- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóannes Eidesgaard í Realin
Jóannes Eidesgaard í Realin
Jóannes Eidesgaard er tilnevndur stjórnarlimur í Føroya Realkreditstovni
24.07.2013 - 12:44
Jóannes Eidesgaard hevur fyrr millum annað verið løgmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann loysir av Óla Heinesen úr Klaksvík, sum hevur sitið í stjórnini fyri Realin seinastu 25 árini.
Endamálið hjá Realkreditstovninum er at veita fígging til skip og tílíkt við heimstaði í Føroyum.
Sambært lógini tilnevnir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tríggjar stjórnarlimir. Tilnevningin er fyri fimm ár.
Jóannes Eidesgaard byrjar sum stjórnarlimur í Realinum tann 1. august í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV