Næmingar í Hoydølum í Vinnuháskúlan

Næmingar í Hoydølum í Vinnuháskúlan
Tríggjar skúlastovur verða gjørdar aftrat í skúlanum við Krákugjógv. Mentamálaráðið ætlar ikki at byggja fleiri fyribilshøli til Studentaskúlan í Hoydølum
Fleiri fyribilshøli verða ikki bygd í Hoydølum, sigur Mentamálaráðið
Mynd: Savnsmynd  
 
13.07.2013 - 12:30

Eftir summarfrítíðina fara tríggir flokkar úr Hoydølum at halda til í Vinnuháskúlanum undir Krákugjógv við Oyggjarvegin í Havn.

Tað váttar Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, fyri útvarpinum.

100 fleiri næmingar fleiri verða í Hoydølum eftir summarfrítíðina, men pláss er ikki fyri teimum í Hoydølum. Tí hevur Mentamálaráðið gjørt av at byggja tríggjar skúlastovur í Vinnuháskúlanum undir Krákugjógv aftrat. Landsverk skal standa fyri umbyggingararbeiðnum.

Rektarin mælir frá

Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum, segði annars í samrøðu við útvarpið í juni, at hann helt hesa loysnina verða sera óhøgliga bæði fyri lærarar og næmingar.

Hann heldur, at besta loysnin hevði verið at bygt fleiri fyriblishølir í Hoydølum. Parkeringarviðurskiftini eru sera vánalig í Hoydølum, at tað ger tað trupult hjá lærarum og næmingum at koma til tímarnar til  ásetta tíð. Tí væntar hann, at henda loysnin eisini at órógva undirvísingina.

Fleiri næmingar

Fráfrandi rektarin væntari eisini, at næmingatalið fer at hækka næstu árini, og so verður kanska tørvur á enn fleiri hølum næsta ár. Mikkjal Helmsdal vísir á, at Marknagilsdepilin verður ikki liðugur fyrr enn í 2016, og tí átti ein varandi loysn at verið funnin. 

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at hækkar næmingatalið næsta ár, og tørvur verður á fleiri skúlastovum, má ein loysn finnast tá. Hann sigur, at fleiri  fyribilshøli verða ikki bygd, men ætlanin er nýta høli, sum eru tøk hjá Mentamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447