110.000 tons av gróti til havn á Tvøroyri

110.000 tons av gróti til havn á Tvøroyri
Umframt at gera nýggja djúphavn, skal partur av kaihylinum fyllast út til arbeiðsøki hjá Varðanum Pelagic
Umframt at gera nýggja djúphavn, skal partur av kaihylinum fyllast út til arbeiðsøki hjá Varðanum Pelagic
Mynd: Savnsmynd  
 
13.07.2013 - 11:00

Arbeiðið at fáa grót til ífyllingina av kaihylinum, og at gera djúphavn á Tvøroyri er byrjað. Grótið verður tikið úr gamla grótbrotinum á Tvøroyri.

Í løtuni verður grivið omanav úteftir, og tá tað er gjørt, verður borað og sprongt. Nýggja djúphavnin á Tvøroyri, sum skal gerast frá vestara enda av ytstu frystigoymsluni hjá Varðanum Pelagic, vestur til endan av gomlu bryggjunii, verður 180 metrar long og 25 metrar breið.

Varðin Pelagic

Umframt at gera nýggja djúphavn, skal partur av kaihylinum fyllast út til arbeiðsøki hjá Varðanum Pelagic. Til hetta arbeiði skulu brúkast góð 110.000 tons av gróti. 285.000 tons av gróti kunnu takast í grótbrotinum.

Í fyrsta umfari verður tikið eitt sindur meiri enn tey 110.000 tonsini, sum skulu brúkast á havnarlagnum. Neyðugt er við meiri gróti til verkætlanina hjá Faroe Farming við bátahylin í Trongisvági enn tí, sum frammanundan er tikið oman fyri kirkjugarðin.

Tað er byggifelagið Articon, sum stendur fyri arbeiðinum í grótbrotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447