Talið á løntakarum er lækkað

Talið á løntakarum er lækkað
Talið á løntakarnum er nú tað lægsta higartil í ár. Árstíðarjavnað vóru tað 23.628 løntakarar í apríl 2013
Talið á løntakarum er lækkað.
 
10.07.2013 - 13:30

Hetta eru 72 færri enn í mars og tað minsta seinasta árið. Afturgongdin í mun til mars er 0,3%.

Tá hugt verður eftir løntakarum eftir vinnugrein, ber ikki til at árstíðarjavna, tí sveiggini í fiskivinnuni eru so stór og óreglulig. Tá er frægasti hátturin at samanbera við sama mánaða árið fyri.
Í fiskivinnuni vóru 168 løntakarar færri í mun til apríl 2012. Eisini bygginvinnan hevur afturgongd verið -  60 færri løntakarar sum svarar til eina minking upp á 2%.

Tænastuvinna og ráevnisvinna
Tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, hava eina framgongd upp á gott 1%.


Ein av teimum lítlu vinnugreinunum er ráevnisvinna, tilsamans eru bert 0,4% av løntakarunum í føroysku ráevnisvinnuni, men gongdin seinastu mongu árini er ein javnur vøkstur og fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru tað yvir 100 løntakarar í hesi vinnugreinini.


Í apríl 2013 vóru 102 fólk sum høvdu sítt høvuðsstarv í ráevnisvinnuni. Harumframt eru fleiri føroyingar í starvi í vinnum sum veita ráevnisvinnuni tænastur, til dømis í sjóflutningi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447