P-tølini eru ikki loynilig

P-tølini eru ikki loynilig
Ein skipan, sum Kringvarpið hevur fingið atgongd til, ger tað lætt at gita stóran part av p-tølunum hjá okkum øllum.
Kringvarpið hevur gjørt nakrar royndir seinastu tíðina, og í 24 av 25 royndum varð funnið fram til rætta p-talið.
 
05.07.2013 - 13:00
010203-057.
 
Tað kundi verið eitt p-tal. P-talið er okkara samleikanummar, og vit brúka tað til ymiskt - kanska uttan veruliga at geva okkum far um tað. Tað er eitt loyniligt tal, og tú brúkar tað, tá tú vendir tær til tín peningastovn, læknan, almannastovuna og so framvegis. 
 
Men júst tað, at talið er loyniligt, er ein misskiljing. Heldur tú, at p-talið hjá tær er loyniligt, so fert tú skeiv.  
 
Útvarpið hevur fingið atgongd til eina skipan, har tú lættliga kanst gita p-talið hjá einum persóni. Tað einasta, ið tær tørvar, er kyn og føðingardagur og føðiár hjá viðkomandi. Og so gevur skipanin tær trý til fimm ymisk p-tøl at velja í. 
 
24 royndir góvu rætt p-tal
 
Kringvarpið hevur gjørt nakrar royndir seinastu tíðina, og í 24 av 25 royndum funnu vit fram til rætta p-talið.  Hetta merkir, at kennir tú  kyn og føðingardag hjá einum persóni, og hevur atgongd til hesa skipanina, kanst tú gita p-talið.
 
Royndirnar vórðu gjørdar soleiðis, at vit bóðu um føðingardagin hjá einum starvsfelaga. Settu dagfestingina inn í skipanina, síðani hvat kyn viðkomandi er, og hvørjari øld hann ella hon var føddur ella fødd í.
 
Meira skuldi ikki til, og so høvdu vit onkuntíð trý p-tøl at gita ímillum, og stundum upp í fimm. Í tí eina førinum gittu vit rætt fyrstu ferð. So er spurningurin, um tað loysir seg at hava føðingardagin almennan á síni Facebook-vangamynd. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447