ES til reiðar at samráðast við føroyingar um sild

ES til reiðar at samráðast við føroyingar um sild
Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni og Fiskimálaráðið orðar nú eitt bræv við uppskoti um samráðingar
Marina Damanaki, fiskivinnukommisserur í ES, tekur væl ímóti áheitanini úr Føroyum um at samráðast um sild.
 
05.07.2013 - 09:30
ES tekur væl ímóti áheitanini úr Føroyum um at koma aftur til samráðingarborðið. Tað váttar talsmaðurin hjá Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri, Oliver Drews, fyri Norðlýsinum,
 
- ES kommisserurin hevur takkað fyri brævið og sagt, at ES er til reiðar at fara samráðingar, men fyrsta stigið eigur at verða eitt boð uppá eina semju á stríðnum. Hetta boðið væntar Damankiat fáa úr Føroyum. Annars er einki broytt. Vit eru komin hagar til, at tað hevur skund at finna eina semju, sigur talsmaðurin.
 
Orða bræv
 
Kaj Leo Johannesen sigur við útvarpið, at í løtuni arbeiða Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni og Fiskimálaráðið við at orða eitt bræv til ES við einum uppskoti samráðingar, hvussu stríðið um norðhavssildina kann loysast. 
 
Tá brævið er liðugt orðað, verður tað sent danska uttanríkisráðnum til kunningar, sigur løgmaður. Hann vil einki siga, um innihaldið í brævinum, men dialogur er millum Føroyar og Brússel.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447