- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir nýggir borgarstjórar veljast í Suðuroy
Fyrsta januar 2013 fáa borgarnir í Vágs Kommunu nýggjan borgarstjóra. Kirstin Strøm Bech úr Javnaðarflokkinum, ið hevur sitið sum borgarstjóri í Vági seinastu átta árini, stillar ikki uppaftur til hetta kommunuvalið.
Í Vági fer stríðið til kommunuvalið hesa ferð serliga fer at verða millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Tað metir Tórður Mikkelsen, tíðindamaður á valredaktiónini hjá Kringvarpinum í Suðuroy.
Veljararnir í Hvalba skulu somuleiðis velja nýggjan borgarstjóra á kommunuvalinum í dag. Otto West úr Fólkaflokkinum, ið hevur verið borgarstjóri í Hvalba seinastu fýra árini, stillar heldur ikki uppaftur til kommunuvalið.
Á kommunuvalinum í 2008 fekk Kirstin Strøm Bech 118 atkvøður í Vági. Otto West fekk 60 atkvøður í Hvalba.