Tíggju løgtingslimir stilla upp til kommunuvalið

bannari
Tíggju løgtingslimir stilla upp til kommunuvalið
Kristin Michelsen og Brandur Sandoy, løgtingsmenn, eru báðir borgasrtjórar, men teir halda tað ikki vera tørført at røkja bæði størvini í senn
Kristin Michelsen og Brandur Sandoy eru báðir borgarstjórar, men teir halda, at tað ber til at vera bæði løgtingsmaður og kommunustýrislimur í senn.
 
31.10.2012 - 15:01
Triði hvør løgtingslimur stillar upp til kommunuvalið tann 13. november. Tíggju av teimum 33 løgtingslimunum vilja upp í kommunalpolitik. Haraftrat stilla trý onnur upp til kommunuvalið, sum seinastu tíðina hava verið varafólk á tingi.
 
Tað er Dimmalætting, sum hevur talt upp. og ber tíðindini í dag. 
 
Tað er einki, sum forðar fyri, at fólk kunnu vera í lands- og kommunalpolitikki samstundis. Kristin Michelsen er í løtuni bæði løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin og borgarstjóri á Tvøroyri, og hann stillar upp aftur á kommunuvalinum.  
 
Ikki torført at røkja bæði størvini
 
Hann heldur ikki, at tað er trupult at fáa størvini sum løgtingsmaður og borgarstjóri at ganga upp. 
 
- Tað eru ikki so nógvir løgtingsfundir, og tað ber til at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at tað ber til, sigur Kristin Michelsen við Dimmalætting. 
 
Heldur ikki Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og borgarstjóri á Sandi, sær nakran trupulleiki í, at løgtingslimir stilla upp í kommunalpolitikki. Hann vísir á, at meginparturin av løgtingslimunum, sum stilla upp til kommunuvalið, eru av bygd,
 
Og tað kann vera ein frágreiðing, at tað er minni krevjandi at vera løgtingslimur og kommunalpolitikkari í smáu kommununum samstundis, enn tað er í størru kommununum, sigur Brandur Sandoy við Dimmalætting.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117