- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið skal gera uppskot um barnaváttan

Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at heita á landsstýrið um at leggja fyri tingið lógaruppskot um skipan við barnaváttanum.

Barnaváttanir kunnu verða kravdar, so tey, ið hava verið dømd fyri at gera seg kynsliga inn á børn, ikki kunnu starvast við børnum undir 15 ár. Barnaváttanin skal, eins og í Danmark, verða latin almennum myndugleikum, privatum fyritøkum og øðrum stovnum, har fólk starvast við børnum undir 15 ár.

Nógv verða misnýtt

Javnaðarflokkurin sigur, at altjóða kanningar vísa, at millum 10-25 prosent av fólkinum er fyri kynsligum ágangi sum børn. Hetta er ivaleyst eisini umfatandi trupulleiki í Føroyum, sigur flokkurin.

Ein samd rættarnevnd tók undir við uppskotinum, sum varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og ongari ímóti.