- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grannskoðarar kunnu ikki manna Gjaldstovuráðið

Nýggja Gjaldstovuráðið fær neyvan nakran løggildan føroyskan grannskoðara sum lim - sum Fíggjarmálaráðið annars hevur ásett.

Í hoyringarsvari ger Felagið Føroyskir Grannskoðarar greitt, at ongin av løggildu granskoðararnum lýkur gegnisásetingarnar í grannskoðaralógini og fyrisitingarlógini.

Felagið vísir á, at í grannskoðaraskránni hjá Skráseting Føroya eru 14 løggildir grannskoðarar skrásettir. Av hesum 14 hevur løgmansskrivstovan kravt, at fimm skulu til endaliga próvtøku um góð tvey ár, annars verður løggildingin tikin aftur.

Bert átta at velja ímillum

Tað merkir, at tað bert eru átta løggildir grannskoðarar at velja ímillum. Av hesum átta arbeiða fimm hjá grannskoðaravirkjum, sum grannskoða føroyskar peningastovnar. Sostatt eru bara tríggir eftir, sum allir arbeiða á sama grannskoðaravirki, ið grannskoðar eitt lívstryggingarfelag.

Sambært felagnum kann ongin av hesum grannskoðaranum sita í Gjaldstovuráðnum, uttan at koma í stríð við grundleggjandi ásetingarnar um óheftni, sum eru galdandi, tá ið ein grannskoðari gevur eina váttan við trygd.

Tí kann Felagið Føroyskir Grannskoðarar ikki vísa á nakran løggildan grannskoðara, sum kann sita í nýggja Gjaldstovuráðnum, ið verður sett á stovn, í sambandi við at Landsbankin verður avtikin.