- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ritan tikin úr sigling

Eingin sigling er til Svínoyar og Fugloyar í dag. Tá Ritan skuldi leggja at á Kirkju í morgun, fekk hon tekniskt brek.

Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, greiðir frá, at Ritan bakkaði inn móti lendingini, sum hon plagar, men tá hon skuldi seta motorin á fram, varnaðist manningin, at brek var í umstýringini.

Maskinmaðurin var skjótur niður í motorrúmið at seta fulla ferð fram manuelt. Men tað var ov seint, og skipið tók í land.

Kanna skaðan

Ritan setti beina kós aftur móti Hvannasundi aftur, har skaðin nú verður kannaður. Kavari hevur verið niðri og kundi staðfesta, at annað róðrið er burtur. Eisini er skaði komin á aðra skrúvuna.

Conrad Gaard Joensen sigur, at vandi ongantíð var á ferð hjá ferðafólki og manning. Nú verður roynt at fáa Rituna upp á sleipistøð, so at skaðin kann umvælast.Enn er óvist, hvussu verður við siglingini til Svínoyar og Fugloyar næstu dagarnar.

Kemur illa við

Fyribils er Súlan tikin úr siglingini til Skúvoyar, so at hon kann gera ein túr til Svínoyar og Fugloyar í kvøld, sigur Conrad Gaard Joensen.

- Óhappið kemur ógvuliga illa við, tí vit eru mitt í slaktinum, og størri tørvur er á flutningi til nú enn vanligt. Men vit royna at finna eina loysn á støðuni, sigur Conrad Gaard Joensen.

Kunnað verður á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, ssl.fo, so hvørt nýtt er at frætta.