Vilja hava Klaksvík at bíða við samanleggingini

bannari
Vilja hava Klaksvík at bíða við samanleggingini
Útoyggjafelagið leggur seg nú út í málið um at leggja Húsa kommunu saman við Klaksvíkar kommunu
Útoyggjafelagið vísir á, at kommunuval verður í heyst, og tí er hetta ein upplagdur møguleiki at geva málinum um at leggja Húsa kommunu og Klaksvíkar kommunu saman eina fólkaræðisliga tilgongd.
 
09.10.2012 - 10:35

Útoyggjafelagið mælir Klaksvíkar býráð frá at taka støðu til spurningin um at leggja saman við Húsa kommunu á býráðsfundinum í kvøld.

Felagið mælir til, at Klaksvíkar býráð gevur málinum gjølligari viðgerð, so tey, sum búgva í Húsa kommunu, fáa ein veruligan møguleika at vera við í tilgongdini.

Kann forkoma trivnaðinum

Grundgevingin fyri áheitanini er, at verður samanleggingin samtykt í kvøld, kann hon forkoma trivnaðinum í Húsa kommunu. Her er talan um bygdir á útoyggj, ið frammanundan eru sera viðkvæmar.

Tí er tað serliga umráðandi at hava borgararnar við í menningini, verður sagt í skrivinum, sum sent øllum býráðslimunum í Klaksvík.

Útoyggjafelagið vísir á, at kommunuval verður í heyst, og tí er hetta ein upplagdur møguleiki, at málið fær eina fólkaræðisliga tilgongd.

Í gjárkvøldið samtykti ein meirluti í kommunustýrinum í Húsa kommunu at leggja saman við Klaksvíkar kommunu á nýggjárinum. Málið er skránni fyri býráðsfundin í Klaksvík í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881