Allar kommunur í Suðuroynni størri skattainntøku

bannari
Allar kommunur í Suðuroynni størri skattainntøku
Í Fámjins og Hovs kommunum hevur vøksturin verið ávikavist 12,2% og 11,2% samanborið við somu tíð í fjør
Kommunuskatturin á Tvøroyri higartil í ár er góð seks prosent størri enn somu tíð í fjør.
 
08.10.2012 - 09:33
Kommunuskattainntøkurnar í Suðuroynni fyrstu níggju mánaðirnar í ár eru góðar 4,3 mió. kr. størrii enn sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 4,9%. Og vøkstur er í øllum kommunum.
 
Verður samanborið við onnur øki í landinum, er vøksturin skattainntøkunum í Suðuroynni høgur. Nógvar kommunur hava fingið minni inn í skatti fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við í fjør, meðan aðrar kommunur hava havt ein lítlan vøkstur. 
 
6,1% størri á Tvøroyri
 
Ongin kommun hevur havt størri vøkstur í skattainntøkunum enn Fámjins, Hovs og Hvalbiar kommunur.
 
Í Fámjins og Hovs kommunum hevur vøkturin verið ávikavist 12,2% og 11,2% fystu níggju mánaðirnar í ár. 
 
Í Tvøroyrar kommunu fingu tey 6,1 % meir í skatti higartil í ár samanborið við somu tíð í fjør.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881