- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fámjingar síggja eisini landsdystin í kvøld

Ólag hevur verið á sjónvarpssendinetinum, og tað er orsøkin til, at fólk í Famjin ikki hava sæð sjónvarpið í tríggjar dagar. Men fámjingar sleppa eisini at síggja landsdystin millum Týskland og Føroyar í kvøld - um ikki illa vil til.

Á FT-neti, sum umsitur sendinetið, lova tey, at brekið verður rættað í dag, so tað ber til at síggja landsdystin í kvøld. Petur Johannesen á Radiodeildini hjá FT-neti sigur við útvarpið, at eykaluturin,er á veg til Suðuroyar.

Petur Johannesen sigur eisini, at illa skal vilja til, um brekið ikki er rættað klokkan trý korter til átta í kvøld, tá Týskland og Føroyar bresta saman á vøllin í Hannover í Týsklandi.