- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir HM-dystirnir í Kringvarpinum

Nú er greitt, at allir HM-undankappingardystirnir hjá
føroyska A-landsliðnum verða at síggja og hoyra í Kringvarpi Føroya. Talan er um
bæði heima- og útidystirnar, tí avtala er gjørd um rættindini til allar
dystirnar.

Seinnapartin í gjár skrivaðu Kentaro, sum eigur
sjónvarpsrættindini til bæði heima- og útidystirnar hjá Føroyum, og Kringvarp
Føroya undir ein samstarvssáttmála, sum fevnir um alla kappingina.

Fyrsti dysturin fríggjakvøldið

Sambært avtaluni skal Kringvarp Føroya framleiða dystirnar fyri Kentaro, tó ikki dystin millum Føroyar og Týskland, tí týskarar seta so mikið stór teknisk krøv, at Kringvarpið kann ikki lúka tey. Afturfyri fær Kringvarpið rættindi til allar útidystirnar, eisini Týskland-Føroyar í Hannover nú fríggjakvøldið.

Rættindini fevna eisini um at stroyma dystirnar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, tó bert í Føroyum.

Dia Midjord, kringvarpsstjóri, sigur, at báðir partar - Kringvarpið og Kentaro - eru nøgdir við avtaluna.