- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhugsa eykajáttan til at rudda spreingievni

Danska stjórnin hevur framvegis ikki svarað, um tað er í lagi at taka 28 milliónir krónur úr Íleggingargrunninum til at gjalda fyri at burturbeina gamla dynamittið við flogvøllin í Vágum. Men Vinnumálaráðið hevur fyri stuttum rykt eftir svari.

Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur, at pengarnir fara ikki av tí, sum eftir er til at byggja nýggja farstøð fyri. Fæst ikki meira úr Íleggingargrunninum, verður neyðugt at viðgera spurningin politiskt fyri at fáa eykajáttan, sigur landsstýrismaðurin.

Tað var fyrrapartin í mai, at Jóhann Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hitti Henrik Dam Christensen, flutningsmálaráðharra. Johan Dahl bað um pengar til at beina burtur gamla spreingievnið við flogvøllin.

Uppskotið var at taka pengarnar, 28 milliónir, úr Íleggingargrunninum. 365 milliónir eru longu tiknar úr grunninum til at útbyggja flogvøllin. Johan Dahl boðaði dønum frá, at málið hevur skund, tí arbeiðið skuldi gerast alt fyri eitt.

Men skulu fleiri pengar takast úr Íleggingargrunninum til flogvøllin í Vágum, skal danska stjórnin leggja eina lógarbroyting fyri fólkatingið fyrst.