- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir dómarar í Hægstarætti í Føroyum

Hægstirættur er á kunningarferð í Føroyum. Allir 19 dómarar í Hægstarætti eru við á ferðini, sum endar mikudagin við, at Hægstirættur viðger málið um meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum fyri bilar.

Tann rættarfundurin verður á Hotel Føroyum.

Nú, meðan Hægstirættur er í Føroyum, vitjar hann løgmann, sum skal kunna um landsstýrið, politisku støðuna og ríkisfelagsskapin, løgtingið, ríkisumboðið, fútan, Fróðskaparsetrið, Løgtingsins umboðsmann, Færøernes Kommando og Føroya rætt.

Fyrstu ferð í Føroyum

Hetta er fyrstu ferð, at Hægstirættur heldur rættarfund í Føroyum, hóast Hægstirættur av og á viðger føroysk sakarmál.

Hægstirættur skal, eins og Føroya rættur og Eystari landsrættur, taka støðu til, um TAKS ólógliga kravdi meirvirðisgjald av skrásetingargjaldinum á 12.200 akførum í tíðarskeiðnum 1999-2005.

Fáa bileigararnir viðhald, fer tað at kosta landskassanum yvir 100 milliónir krónur í endurgjaldi.

Málið er meira enn seks ára gamalt. Í Føroya rætti fingu bileigararnir viðhald. Men í Eystara Landsrætti 20.januar í fjør fekk TAKS viðhald.