- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spyr Bjørn Kalsø um ætlanir við Kringvarpinum

Gunvør Balle, løgtingskvinna, spyr nú Bjørn Kalsø, landsstýrismann, hvørjar ætlanir hann hevur við Kringvarpinum.

Hon hevur sett landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning í tinginum.

Gunvør Balle spyr, um landsstýrið hevur nakra ætlan ella visjón fyri Kringvarpið. Hon spyr, um tað kann góðtakast, at sjónvarpstíðindasendingin "Dagur og Vika" verður tikin av skrá í fleiri vikur, og um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig, so hetta ikki endutekur seg, men uppraðfestir tíðindi í Kringvarpinum.

Gunvør Balle vil eisini hava at vita, nær samanleggingin av sjónvarpinum verður endaliga liðug, t.e. nær verður alt virksemið hjá Kringvarpinum savnað undir einum taki, og um arbeitt verður við ætlanum um at byggja út í Sortudíki.

Eftirmeting

Bjørn Kalsø verður eisini spurdur, um hann ætlar at eftirmeta samanleggingina av stovninum.

Gunvør Balle sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at ein eftirmeting hevði kanska komið fram til, at neyðugt er at savna virksemið í einum húsi, og at stovnurin má hava tvær tíðindaredaksjónir. Kanska hevði niðurstøðan verið tann, at rættari var at skilja útvarp og sjónvarp sundur aftur, ella at býta játtanina millum útvarp og sjónvarp sundur, so tað liggur fast, hvørja játtan miðlarnir skulu hava, sigur hon.