Oyggjaleikir í Føroyum í 2019

Oyggjaleikir í Føroyum í 2019
Nú bendir alt á, at Oyggjaleikirnir vera í Føroyum í 2019.
Alt bendir á, at oyggjaleikirnir vera í Føroyum í 2019
 
20.07.2012 - 10:42

Altjóða Oyggjaleikanevndin hevði aðalfund á Bermudaoyggjunum seinasta vikuskiftið. Har varð samtykt, at í framtíðini skulu limaoyggjarnar ikki longur kappast um at hava leikirnar, upplýsir ÍSF.

Í staðin skal Oyggjaleikanevndin samráðast við limaoyggjarnar og síðani seta áhugaðu vertsoyggjarnar á ein lista. Tó skal aðalfundurin góðkenna vertsoyggjarnar fimm ár, áðrenn tær skulu vera vertir. Føroyar skulu tí góðkennast í 2014.

Á aðalfundinum á Bermudaoyggjunum varð ein listi lagdur fram uttan viðmerking. Næsta ár vera Oyggjaleikirnar á Bermudaoyggjunum, sum eru bretskar.

Síðani er raðfylgjan hendan: 2015 Jersey, 2017 Gotland, 2019 Føroyar og 2021 Menorca. Várfundurin hjá Oyggjaleikanevndini verður í Føroyum í mars næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946