- Tíðindi, mentan og ítróttur
Linnandi heilivágur kann vera vandamimikil

Voltaren, Ipren, Ibuprofen eller Bonyl er heilivágur, sum nógv kenna. Hetta er sokallaður NSAID-heilivágur, ein stytting fyri Non-Steroidal Anti-Inflammatory Drugs, sum nógv fólk taka dagliga.

Nú vísir ein kanning hjá Århus universiteti, at júst hesin heilivágur tvífaldar vandan fyri at fáa blóðtøpp í bein og lungur.

- Tað nýggja í okkara kanningum er, at vit vísa, at sjúklingar, sum taka slíkan
heilivág, eru í størri vanda fyri at fáa blóðtøpp í beinini og lunguni. Vit
vita longu frá undanfarnum kanningum, at fleiri sonevndir NSAID-heilivágir økja
vandan fyri hjartablaktran og blóðtøppi í hjartanum, sigur Morten Schmidt,
lækni og phd-lesandi á Klinisk Epidemiologiskar deild á Århus Universitetssjúkrahúsi.