- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara eftir leiðsluni í Amagerbankanum

Fyrrverandi nevndarformaðurin í Amagerbankanum, sum BankNordik yvirtók, kann noyðast at gjalda dýrt fyri húsagangin í bankanum.

Børsen skrivar, at staturin nú fer at krevja endurgjald frá fyrrverandi nevndarformanninum, N.E.Nielsen, og advokatfyritøkuni Bech-Bruun, sum N.E.Nielsen átti í til 2011.

Vakstrar- og vinnumálaráðið gjørdi í vár eina kanning av húsaganginum í Amagerbankanum, og síðani hevur verið arbeitt við at finna fram til, hvørjum staturin skuldi fara eftir, tá tað snýr seg um endurgjald.

Fara eftir gomlu bankaleiðsluni

Formaðurin í Fíggjarligum Støðufesti, Henning Kruse, sigur, at tey nú fara beinleiðis eftir fyrrverandi limunum í bankaleiðsluni, har pengar eru. Hildið verður, at fyrrverandi nevndarformaðurin hevur eina ábyrgdartrygging gjøgnum advokatfyritøkuna Bech-Bruun, og tað merkir, at staturin kann fáa nakað burturúr at fara eftir nevndarformanninum.

Tað kann hugsast, at endurgjaldskrav verður reist móti teimum fyritøkum, sum hava granskoðað Amagerbankan. Í kanningini av húsaganginum hjá Amagerbankanum vóru fleiri atfinningar at granskoðanini.

Endurgjaldskravið í Amagerbankanum verður væntandi um 400 mió. krónur. Uppgávan at føra rættarmálið varð boðin út í síðstu viku.