- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar vilja eisini hitta kinverjar

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, er alt annað enn nøgdur við, at hann ikki er boðin við, tá danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, hevur boðið kinverska forsetanum, Hu Jintao, til døgurða, tá forsetin vitjar Danmark seinni í vikuni.

Millum annað er arktiska økið, norðurpólsleiðin, á dagsskráni hjá Helle Thorning-Schmidt og Hu Jintao.

- Tað er sjálvsagt, at vit eiga at vera við hvørja ferð, tosað verður um Grønland, sigur Kuupik Kleist við grønlendskar fjølmiðlar.

Einki óvanligt

Danska Uttanríkisráðið sigur, at einki óvanligt er í tí, at landsstýrisformaðurin ikki er partur av politisku skránni, tá kinverskii forsetin kemur á almenna vitjan í Danmark.

- Tað passar ikki, sigur Kuupik Kleist. Fleiri dømi eru um, at Grønland hevur verið við, sigur hann. Og ikki minst nú, Grønland hevur sjálvstýri, átti Grønland at sloppið við.

Sjálvstýrið hevur givið Grønlandi ræði á yvirtiknum málsøkjum, eisini viðvíkjandi altjóða og millumtjóða samráðingum. Danska uttanríkisráðið svarar, at har ansa tey væl eftir, hvørji mál krevja, at grønlendingar eru við. Samrøður um grønlendsk viðurskifti og málsøki, sum eru undir heimastýrinum, verða ikki hildnar uttan, at stjórnin frammanundan hevur tosað við landsstýrið.

Kuupik og Kaj Leo til døgurða

Men Kuupik Kleist heldur fast um, at Grønland skal vera við, antin so ella so, um danir og kinverjar fara at tosa um leiðina norðan fyri Grønland.

Kuupik Kleist er tó boðin við til døgurðan, sum Margreta drotning heldur fyri kinesiska forsetanum. Drotningin er vertur hjá forsetanum, meðan hann er í Danmark.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, verður eisini við til døgurðan hjá drotningini fríggjadagin.

Grønland roynir eisini at fáa okkurt burturúr, nú forsetin í Kina kemur til Danmarkar, millum annað fyri vinnulívið. Føroyar hava onga slíka ítøkiliga ætlan. Løgmaður fer til døgurðan hjá drotningini, og tað verður tað.