- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virða ikki føroyska skeltið

Parkeringarvørðar í Danmark og aðra staðni í Evropa virða ikki føroyska skeltið, sum sigur, at bilførarin ber brek, og tí hevur rætt til at seta bilin á básar, sum eru ætlaðir fólki, ið bera brek.

Innlendismálaráðið og MBF, Meginfelag teirra brekaðu, hava fingið at vita, at nógvir føroyingar, ið bera brek, sum hava ferðast í bili í Danmark og aðrastaðni í Evropa, hava fingið parkeringarbót. Innlendismálaráðið ætlar tí at fáa ferðslulógina broytta, so føroysku skeltini fáa somu útsjónd sum handikapskeltini í ES. Lógarbroytingin verður tó ikki gjørd fyri summarfrítíðina í ár.

Tí hevur Innlendismálaráðið vent sær til Danske Handicaporganisationer fyri at vita, um føroyingar kunnu útvega sær eitt danskt skelti at seta á bilin. Og tað er í lagi, hevur Innlendismálaráðið fingið at vita. Danska skeltið er viðurkent í ES, og kann tí brúkast í øllum ES-londum.

Fyri at fáa danskt handikapskelti skal umsókn sendast til Danske Handicaporganisationer. Umsøkjarin og kommunulækni skulu skriva umsóknarblaðið, sum kann takast niður á heimasíðuni handicap.dk. Skeltið kostar 425 kr., og tað er galdandi í 10 ár. Umsóknartíðin er okkurt um fýra vikur.