CO2-útlátið minkar skjótt í Keypmannahavn

CO2-útlátið minkar skjótt í Keypmannahavn
Keypmannahavn hevur nátt málinum at minka CO2-útlátið við einum fimtingi. Nú er ætlanin at gera høvuðsstaðin fullkomiliga CO2-frían
Keypmannahavn er vorðin meira umhvørvisvinarligur. Í 2025 skal einki CO2-útlát vera í býnum.

18.05.2012 - 16:29

Í Keypmannahavn er CO2-útlátið minkað við einum fimtaparti fýra ár fyrr enn ætlanin er, og málið er, at einki CO2 útlát skal vera í Keypmannahavn í 2025.

Tá skal Keypmannahavn eisini vera heimsins fyrsti høvuðstaður, har einki CO2-útlát er.

Málið við minkaða útlátinum er nátt, hóast fólkatalið í Keypmannahavn er økti við 10 prosentum, og virksemið í býnum er vaksið við fimm prosentum í sama tíðarskeiði.

Umhvørvisborgarstjórin í Keypmannahavn, Ayfer Baykal, fegnast um gongdina.

Hon fegnast um, at ætlaða málilið verður hildið, og hon heldur gongdina í Keypmannahavn vera eitt greitt tekin tikl aðrar býir, og til allan heimin um, at tað ber til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

Orsøkin til at dálkingin minkar, er, at orkan frá varandi orkukeldum og at eitt orkuverk á Amager minkar um nýtsluna av koli, men nýtir biomassa ístaðin.

Nógv av húsunum í Keypmannahavn fáa sína orku frá tí verkinum.

Kommunan í Keypmannahavn fer í næstu viku at almannakunngera ætlaninar til 2025, tá einki CO2 útlát skal vera.

Men tað krevur samstarv ímillum kommununa, fyritøkurnar í býnum og fólkið, sigur Ayfer Baykal, borgarstjóri í orku- og umhvørvismálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878