- Tíðindi, mentan og ítróttur
Væl útbúgvin fólk hugsa meir um javnstøðu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/a91dbd90fd377108edd30c8b3856d1bc.png?itok=LaKX_Whw)

Javnstøðunevndin ásannar, at brúk er fyri størri vitan um samanhangin millum útbúgving hjá fólki og teirra hugburð til javnstøðu.

Í sambandi við kanningina, sum Javnstøðunevndin lat gera herfyri, skrivar nevndin, at tá javnstøða verður viðgjørd í almenna rúminum, snúgva evnini seg í stóran mun um manglandi kvinnuliga umboðan í nevndum og ráðum og politikki. Onkuntíð verður í speisemi sagt, at javnstøða er fyri "fínar konur í Havn", soleiðis at skilja - at javnstøða er nakað, ið tekur støði í einari lítlari elitu av konufólkum í Havn og ikki í vanliga føroyinginum.

Og okkurt bendir á, at hendan myndin ikki er heilt av leið.

Kanningin vísir, at 60 prosent av teimum við longri útbúgving siga seg tosa um javnstøðu í mun til 40 prosent av teimum, við fólkaskúla- ella miðnámsúbúgving.

Eisini vísir kannningin, at tey við hægri útbúgvingum tosa munandi meir við makan og børnini um javnstøðu enn tey við fólkaskúla- ella miðnámsútbúgving.

Tað eru eisini serliga tey høgt útbúnu sum halda, at vantandi kvinnulig umboðan í politikki er ein av størstu javnstøðutrupulleikunum í Føroyum.

45 prosent av teimum við longri útbúgvingum halda hetta vera størsta javnstøðutrupulleikan, meðan ávikavist 35 og 27 prosent av teimum við miðamsskúla- ella handverkaraútbúgving halda tað vera ein stóran trupullleika at ov fáar kvinnur eru umboðaðar í politikki.

655 fólk svaraðu spurningunum í javnstøðukanningini, ið Karin Jóhanna L. Knudsen, samfelagsfrøðingur, gjørdi vegna Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya. Kanningin er umbiðin av Javnstøðunevndini.