- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frítíðarlønin er ávegis
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/920dedb89c2dc90b55f18c2244545068.png?itok=pKEjv4za)

Frítíðarlønin hjá føroyingum, sum skuldi verða á kontuni í peningastovni í dag, er seinkað. TAKS boðaði herfyri í skrivi til føroyingar frá, at frítíðarlønin varð á kontuni 2. mai. Men tað er ikki rætt.

Elektron vísir á, at tey hava avgreitt sín part fyri TAKS, men Skandinavisk Data Center, sum umsitur KT-skipanirnar hjá føroysku peningastovnunum, hevur ikki avgreitt frítíðarlønina.

TAKS skrivar á síni heimasíðu fyrrapartin, at frítíðarlønin verður á kontu í morgin. Sambært TAKS fáa 26.839 persónar tilsamans 299 mió. kr. í frítíðarløn hesaferð.