Fyrsta stigið til nýggja svimjihøll

Fyrsta stigið til nýggja svimjihøll
Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta hálva millión krónur til byggiskrá
Fyrsta stigið verður nú tikið til at byggja eina høll til kappsvimjing í Havn
 
30.03.2012 - 09:35

Tórshavnar býráð samtykti einmælt á fundi í gjárkvøldið at fara undir fyrsta stig til tess at byggja eina nýggja svimjihøll til kappsvimjing.

Talan er um eitt uppskot frá Havnar Svimjifelag um at byggja ein 50 metra langan og 25 metra breiðan hyl aftur at verandi svimjihøll í Gundadali. Høllin skal byggjast á økinum vestan fyri verandi svimjihøll, har høvuðsskrivstovan hjá ÍSF er.

Býráðið samtykti at játta eina hálva millión krónur til í fyrstu syftu at fáa til vega byggiskrá, har byggiætlanin verður lýst og kravfest og at fáa gjørt skitsuuppskot.

Býráðið valdi býráðslimirnar Jógvan Arge og Boga Andreassen í bygginevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859