- Tíðindi, mentan og ítróttur
100 ferðafólk verða við fyrsta túrin

Umleið 100 ferðafólk verða á fyrsta regluliga túrinum hjá nýggja Airbus-flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Vágum til Keypmannahavnar í morgin ári klokkan 8.15.

Airbussurin verður burturav nýttur til Keypmannahavnar-rutuna, og hann flýgur tveir túrar um dagin. Á fyrsta túrinum úr Keypmannahavn í Vágar seinnapartin í morgin verða 142 ferðafólk. Tilsamans koma og fara sløk 500 ferðafólk við Airbussinum fyrsta dagin, hann flýgur regluliga rutu. Flogfarið tekur 144 ferðafólk.

Airbussurin røkir einsamallur rutuna millum Vágar og Keypmannahavnar til síðst í mai, tá háárstíðin byrjar. Tá verða fleiri fráferðir, og tá fer eitt British Aerospace-flogfar eisini at flúgva á hesi rutuni.

Gomlu flogførini verða nú annars burturav nýtt til hinar ruturnar hjá Atlantsflogi, t.e. Reykjavík, Billund, London, Bergen og Aalborg.

Í summar fer Atlantsflog at flúgva beinleiðis til Barcelona í Spania. Flogið verður hvønn sunnudag, frá hálvum juni til hálvan august. Hesar dagar verða gomlu flogførini nýtt á Keypmannahavnar-rutuni.

Atlantsflog hevur nú bert trý av gomlu British Aerospace-flogførunum eftir. Umframt at flúgva rutuflúgving verða tey nýtt til leiguferðir.