- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kári Bæk í uppskoti at fáa tónleikavirðisløn

Eitt verk hjá Kára Bæk, tónaskaldi, er í uppskoti at fáa tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár.

Kári Bæk er tilnevndur fyri verkið ?Askur & Embla - the First day may be?. Tað er felagið Føroysk Tónaskøld, sum hevur skotið hann upp.

- Innstillingin kann vera við til at varpa ljós á føroyskan tónleik, sigur Kristian Black, nevndarlimur í Føroyskum Tónaskøldum.

Í ár verður virðislønin latin einum verki eftir núlivandi tónaskald. Tað eru ongar avmarkingar í tónleikaslagnum, men kravið er, at verkið er á høgum listarligum stigi, og at tað innan sína grein kann metast sum nýskapandi.

Í ár kappast ellivu tónaskøld um virðislønina.

Millum teirra, sum áður eru tilnevnd úr Føroyum, eru Tróndur Bogason, Orka og Kristian Black. Sunnleif Rasmussen vann virðislønina í 2002, og hann er einasti føroyingur, sum higartil hevur fingið tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.