Nýta føroyskan film í undirvísingini

Nýta føroyskan film í undirvísingini
Filmurin "Skýming" verður lagdur á undirvísingarportalin Snar, so allar skúlar í landinum kunnu síggja hann

13.02.2012 - 11:06

Nú verður enn ein nýggjur
føroyskur filmur tøkur til undirvísing.

Nám hevur gjørt sáttmála við Anton
Petersen um filmin “Skýming”, sum í gjár fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds
Poulsen av Steinum.

Sáttmálin ásetur, at Nám kann
leggja filmin á undirvísingarportalin Snar, so allir skúlar í landinum kunnu
síggja hann. Eisini fara uppgávur at verða gjørdar, so filmurin kann brúkast í
framhaldsdeild fólkaskúlans og á miðnami.

Nám hevur á sama hátt keypt
rættindini til at vísa filmin “Passasjeren” í skúlunum og gjørt uppgávur til
filmin.

Í januar skipaði Nám fyri skeiði
at brúka stuttfilm í undirvísingini. Tá segði skeiðslærarin, Jan Berg Jørgensen,
at lærarar kring landið sóknast stórliga eftir at fáa føroysku stuttfilmarnar
tøkar til undirvísingina.

- Hepnast henda ætlan væl, so
verður hildið fram at skapa eitt savn av føroyskum stuttfilmum til undirvísing,
sum er opið fyri allar skúlar í landinum at brúka, sigur Magnus Tausen, stjóri í
Námi.

Mynd: William Bærentsen er ein av leikarunum í filminum "Skýming," sum allir skúlar í landinum nú fáa høvi at síggja á undirvísingarportalinum Snar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114