Ungdómspolitikarar vilja avtaka mvg á frukt og grønmeti

Ungdómspolitikarar vilja avtaka mvg á frukt og grønmeti
Ungdómstingið 2012 varð sett fyri løtu síðani

06.02.2012 - 10:04

Klokkan 10 fyrrapartin setti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Ungdómstingið 2012.

Tilsamans níggju lógaruppskot og uppskot til samtyktar eru á skránni.

Millum annað hava næmingar úr Nám X í Eysturskúlanum í Havn lagt uppskot fram um at broyta fólkaskúlalógina, soleiðis at kristniundirvísingin í framhaldsdeildini verður broytt til at snúgva seg um heimsátrúnað og religión. Næmingar úr Vágs skúla leggja fram uppskot til samtyktar um at strika meirvirðisgjald á frukt og grønmeti.

Tá Ungdómstingið er sett, verða lógaruppskotinii og uppskotini til samtyktar løgd fram.

Seinnapartin verða nevndarviðgerðir, og álit verða skrivað, áðrenn uppskotini verður liðugt viðgjørd fyrrapartin í morgin.

Seinnapartin í morgin eru ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrisfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114