ódnarveður

Illveðrið hevur gjørt nógv um seg í pørtum av landinum. Síðani kl. 06 í morgun eru fráboðanir komnar um 125 skaðar, flestu teirra í Norðragøtu

Kring alt landið hevur tað verið sera nógvur vindur í dag. Vit hava fingið nógvar myndir sendandi, og her eru nakrar.

Illveðrið herjar á, og løgreglan hevur nú fingið umleið 50 skaðafráboðanir. Nakrir skaðar eru fráboðaðir í Norðoyggjum

Streymveitingin er svikalig í hesum veðrinum. Í morgun var streymslit í Norðstreymi og Vágum, og streymurin kom aftur. Nú er streymurin aftur vekk

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--media_video.teaser.tpl.php

Illveðrið ger um seg kring alt landið, men serliga har norðuri verður boðað frá vindskaðum til løgregluna

Illveðrið herjar og hevur eisini gjørt seg inn á streymveitingina. Í morgun lógu fleiri bygdir uttan streym, nú mangla bara Leynar og Skælingur

Tað er vánaligt veður, og hann øtlar vindin næstu tímarnar. Tað er ikki koyrandi eftir Oyndarfjarðar- og Gjáarvegnum, sigur Landsverk

Boðað verður frá ringum veðri í nátt og í morgin við nógvum vindi. Politiið og Landsverk heita á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni

Fyrr í dag varð ein bussur tikin av einari hvirlu nærindis Porkerisháls. Allar bussar hjá bygdaleiðum á Suðuroynni eru tí avlýstir í dag

Síður