
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindur tók buss av vegnum í Suðuroy
Vindur tók buss av vegnum í Suðuroy
Fyrr í dag varð ein bussur tikin av einari hvirlu nærindis Porkerisháls. Allar bussar hjá bygdaleiðum á Suðuroynni eru tí avlýstir í dag

Ein bussur hjá Strandferðsluni varð tikin av einari hvirlu fyrr í dag. Eingin kom til skaða.
Mynd: Rógvi Olavsson
16.11.2017 - 13:41
Eingin kom til skaða, tá ein hvirla fyrr í dag tók ein buss hjá Strandferðsluni av vegnum tætt við Porkerisháls og Miðnám í Suðuroy.
Bara bussførarin var í bussinum.
Ein annar bussur var nær við at verða tikin av einari hvirlu fyrr í morgun, og tí eru allar bussar hjá Bygdaleiðum á Suðuroynni givnir at koyra vegna vind, sigur Heri Norðberg, samferðslusamskipari hjá Strandferðsluni
Meira verður at frætta í útvarpinum klokkan 15.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV