Alt rørist - Ginman/Eivør

Alt rørist - Ginman/Eivør
Eg kann akkurát tað sama blaka journalistiska objektivitetin burtur beinanvegin. Konsertin var heilt fantastisk!
15.05.2015 - 13:15

 

Fyri tað fyrsta so eru Jazz House hølini nakað heilt serligt. Tá ið tú stendur uttan fyri á Niels Hemmingsens Gade, er faktiskt eitt sindur trupult at síggja tað. Ja, lítla inngongdin er ein stórur mótsetningur til stóru Helligåndskirken, sum stendur høg og ronk við síðuna av. Men komin inn, broytist alt.

 

Rakul J. Tróndheim

 

Alt er eitt sindur grønt og eitt sindur brúnt upp á tann hugnaliga mátan. Alt er eisini eitt sindur slitið upp á tann kula mátan. Ikki sum tá ið fólk íherdigt royna at slíta ting ella keypa falskt slitin ting, tí áh ja, tað er ordiliga kul. Jazz House er nógv brúkt og sostatt nógv slitið.

Barrirnar eru hugnaligar við ymisktlittum fløskum og flottum træhillum. Onkur hevur verið íherdigur við roykmaskinuni, so eitt fitt dami er allastaðni, sum ger huglagið eitt sindur magiskt og mystiskt.

Ja, roykmaskinur hava altíð fungerað sum prikkurin yvir i’num.

 

 

Sjálvt um Ginman er ein kendur danskur tónleikari, ja, so kom eg inn við fult av fordómum um, at føroyingar fóru at fylla hølið. Men her eru nógvir ikki-føroyingar. Tað tykist, sum um her er ein blanding av føroyingum, útlendingum og so eitt sindur alternativum danum. Fólk, sum hyggja upp á hendan undrandi mátan, akkurát sum ferðafólk á vaglinum gera. Fólk, sum eru meira avslappað enn vanligt, tí tey ivaleyst hava latið seg inspirerað av yogaligum átrúnaði. Og fólk, sum eru djúpt hugtikin av at sita til Jazz í Keypmannahavn, tí ja, tey eru føroyingar.

 

Rakul J. Tróndheim 

 

Og tey byrja at spæla. Eivør syngur betri enn vanligt, og Ginman spælir so sera væl. Ja, hann spælir so væl, at eg siti og gerist eitt sindur ill inn á mammu, hví ólukkan hon ikki blakaði meg til kontrabass sum barn. Tað hevði verið nakað av tí.

Áðrenn eg fór, lurtaði eg eitt sindur eftir Ginman og Eivør á telduni og helt, at tað var heilt okay, men tað sigur meira um mína MacBook Air enn um tey. Tey spæla væl. Eivør stendur, sum siður er, í berum bibbum og dansar handan indianara dansin, sum kanska eisini er inspireraður av heksini frá Portobello. Og eg haldi, at eg byrji at skilja rørslurnar. Tað er trupult at sita still við so nógvum ymiskum ljóðum og brotnum taktum. Alt rørist.

 

 

 

Tað er ikki tí, eg eri tónleikaliga væl fyri –  tað eri eg so slett ikki. Eg eri ikki tann, sum havi gingið til tvørfloytu í 10 ár, heldur ikki tann, sum havi sitið heima og jammað við gittaranum allan mín ungdóm og heldur ikki tann óuppdagaði Chopin. Nei, eg siti her sum eitt púra vanligt menniskja og lurti. Og tað ljóðar væl. Hon syngur so væl, at eg undrist á, hvussu ein kroppur kann gera sovorðni ljóð, og um øll kunnu koma har til. Nokk ikki.

 

 

 

Meðan tey spæla, er eitt sokallað ljóðshow í gongd. Ymiskir litir, ymiskar støddir av litum til ymiskar taktir. Havblátt, eldreytt og taragrønt. Ljósið og ljóðið leita út til allar teir 100 áskoðararnar, sum sita undrandi; og áðrenn vit vita av, er konsertin liðug. Ginman takkar fyri seg og síni, og tey fara av pallinum.

Eg kundi sitið tveir tímar aftrat.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.