- Tíðindi, mentan og ítróttur
Playlistin: Estland
Eliis greiðir frá, at Estland hevur langa tónleikasiðvenju, og er tað landið í heiminum, sum – eftir Írlandi á fyrsta plássi – hevur næst størsta savnið av fólkatónleiki í heiminum. Estlendska savnið fevnir um 1.300.000 síður av fólkatónleiki.
Estland hevur seinastu øldina tvær ferðir vunnið sær sjálvstýri frá Russlandi, og hevur tónleikur havt stóran týdning fyri at varðveita estisku tjóðskaparkensluna, sigur Eliis. Sangirnir eru eins og stórur partur av føroysku mentanini skaldskapur av mannamunni, sum ættarlið eftir ættarlið hevur lært síni børn.
Sangmentanin er tó ymisk í ymsum pørtum av Estlandi. Kvinnur av Kihnu oyggjunum í vesturestlandi hava verið ávirkaðar av norðurlendskari tónleikamentan, meðan Seto sangmentanin í eystri hevur slavisk eyðkenni.
- Fimmta hvørt ár er ein stórur sangfestivalur í Tallin, sum er høvuðsstaðurin í Esltandi. Har savnast 10.000-20.000 fólk í tjóðarbúna at syngja kór saman, og hetta er veruliga ein ótrúlig sjón, sum øll áttu at upplivað. Haraftrat verður á hvørjum ári skipað fyri afturvendandi, estiskum tónleikafestivalum við nýggjum, estiskum tónleiki.
- Í dag hava estar størri áhuga fyri modernaðum tónleiki sum rocki og jazzi. Ungir tónleikarar hava nú fingið ein góðan pall við estisku sjónvarpssendingini, Superstar, og eru fleiri av sangarunum, sum eg havi valt, eisini haðani. Tað er heldur ikki óvanligt, at fólk úr okkara grannalondum koma til Estlands at hoyra kendar poppstjørnur, tí atgongumerkini vóru útseld, tá tær spældu í teirra londum.
Okkara egna Eivør hevur eisini fleiri ferðir staðið á palli í Estlandi, so estar mugu sigast hava góðan tónleikasmag.
Fyrsti sangarin á listanum hjá Eliis vann Superstar kappingina í 2009, meðan annar sangarin eisini hevur verið við í kappingini. Triði bólkurin er ein nýggjur, estiskur bólkur, og sjálvt fýra ára gamla systir Eliis dugir teirra tekstir uttanat. Fjórði bólkurin klárar seg rættiliga væl í løtuni og hevur konsertir kring Evropa. Seinasti sangurin, Eliis hevur valt, er ógvuliga serligur fyri estar, tí tónleikarin spældi hann á ferguni Estonia, meðan skipið sakk, og hann sjálvur druknaði. Sangurin snýr seg um, hvat fer at henda, tá hann ikki longur er her…
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |