Føroysk seyðanossur og tónleikur á Fólkatingi

Føroysk seyðanossur og tónleikur á Fólkatingi
Føroysku fólkatingslimirnir skipa fyri føroyskum tiltaki á Christiansborg á mentanarnáttini
06.10.2015 - 15:00

Fólkatingið hevur leingi verið ein partur av mentanarnáttini í Keypmannahavn, og í ár er einki undantak. Hesa ferð verða tað nývaldu fólkatingslimirnir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, ið bjóða gestum vælkomnum á Christiansborg, har borðreitt verður við føroyskum mati, tónleiki og høvi verður at hoyra undirhaldandi politiskt kjak.

 

Kjak, tónleikur og hvítanýra

Umframt at Marius, Páll Finnur Páll og Jóhanna Norðberg Niclasen, ið koma at framføra, verður lætt og undirhaldandi politiskt kjak millum teir báðar fólkatingslimirnar úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Eisini sleppur tú at royna hvítanýru frá Krás og laks frá Bakkafrost.

 

Tiltakið verður fríggjakvøldið 9. oktobur frá 18.00-00.00. Fyriskiparar vænta, at nógvir gestir koma, og tí verður mælt til at koma í góðari tíð.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.