Eisini annað enn jodl

Sveisiskt alpuhorn
Eisini annað enn jodl
Dámar tær ’90ara tónleik og kundi hugsað tær okkurt nýtt til playlistan, so er sveisiskur tónleikur júst nakað fyri teg
29.06.2016 - 10:30

Nicole Zehnder úr Sveis greiðir eitt sindur frá um sveisiskan tónleik og velur nøkur sveisisk løg.

 

- Tá tosað verður um sveisiskan tónleik, fara tankarnir beint til alpuhorn, sveisiska harmoniku, fólkatónleik og at jodla, hóast ljóførini ikki vóru kend í Sveis fyrr enn eftir 1800, sigur Nicole.

 

Flestu okkara kenna allarhelst jodling úr onkrari sjónvarpslýsing ella líknandi, men hvat er tað í grundini?

 

- At jodla er at ógvuliga skjótt og aftur og aftur at skifta millum vanliga rødd og falsett, ímeðan tú sigur meiningsley ljóð sum “yo-lollo-dee-uuh”. Jodlisangir hava vanliga ørindi við teksti og síðani niðurløg við jodli. Tó er sveisikur tónleikur ikki bert jodl í dag. Vit hava allar hugsandi sjangrur frá fólkatónleiki til popp, rock og country. Summi syngja bara á sveisaratýskum og onnur á enskum.

 

 

Eitt sindur um sangirnar

 

Gotthard – Heaven
- Ein vakur sangur og ein klassikari í Sveis. Sangurin sungin av einum av okkara kendastu tónleikarabólkum, sum syngja á enskum. Sangurin snýr seg um kærleika, tá hann kennist sum at vera í himli. Forsangarin doyði í einum motorsúkkluóhappi í USA, men sveisarar lurta enn nógv eftir sangum hansara.

 

Gölä – Schwan:

- Hesin sangurin er eisini ein klassikari í Sveis. So gott sum øll í týskttalandi partinum av Sveis duga tekstin uttanat. Sangurin snýr seg um eina gentu, ið var happað í skúlanum og sædd sum ljóti dunnuungin – ella svarti svanin. Seinni verður hon tó til ein vakran, hvítan svan. Gölä, ið sær út sum ein rokkari, syngur altíð á sveisaratýskum, og eru sangirnir sum smáar, kenslubornar søgur.

 

Bligg – Rosalie:

- Rosalie er eisini á sveisara týskum og snýr seg um eina kvinnu, sum eitur Rosalie, og hvussu ein maður, ið møtir henni, vil gleða hana við at geva henni rósur og siga henni alt møguligt gott. Hon kennir seg serliga, tí tað er langt síðani, at nakar hevur verið so fittur við hana. Hetta er ein klassisk landaplága í Sveis. 

 

Polo Hofer – Alperose

Alperose, ið merkir rósa úr Alpunum, er ein av elstu (1985) og kendastu sveisaratýsku sangunum. Nógv fólk úr fjallalendi lurta enn eftir sanginum, ið eisini ofta verður spældur í skíðsmáttum um veturin, og øll syngja við, tí niðurlagið er væl kent og lætt at minnast. Teksturin snýr seg um vakra landslagið í Alpunum, har ein maður møtir eini kvinnu og kallar hana vøkru rósuna úr Alpunum.

 

Stress – Libéré:

- Hesin sangurin er frá einum av kendastu tónleikarunum í franska partinum av Sveis og er á fronskum. Sum navnið sigur, so snýr lagið seg um frælsi, og hvussu væl tað kennist at vera fræls/ur frá stressi, sorg og hatri, og hvussu gott tað er at vera saman við teimum, ein elskar.

 

 

Sveisisku sangirnir eru ikki á Spotify, men trýst á menuina ovast í vinstra horni á vindeyganum niðanfyri fyri at velja millum sangirnar.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.