Óvist hví Ellinor sakk

Óvist hví Ellinor sakk
Sjóvinnustýrið veit ikki, hví útróðrarbáturin Ellinor sakk vestanfyri Sandoynna 8.november í fjør
Ellinor sakk 8.november í fjør.
 
12.01.2024 - 05:53

Sjóvinnustýrið veit ikki, hví útróðrarbáturin Ellinor sakk vestanfyri Sandoynna 8.november í fjør.

Báturin kann hava rent á okkurt í sjónum, talan kann hava verið um møðisbrot í skrokkinum, gjøgnumslag frá brotnum skrúvublaði ella rustað róðurhylsa, sum hevur sprongt hol á skrokkin.

Ellinor var úr Fuglafirði og var á veg hagar eftir at hava roynt við línu í ein útsynning úr Suðuroynni.

Tveir menn vóru við. Teir fóru í gummibjargingarbátin. 

25 minuttir seinni var tyrla hjá teimum.

Brestur eingin stotyur

Ein hvøllur brestur var, men eingin stoytur,

Hálvan tíma seinni varnaðust menninir, at báturin hevði lagt seg eitt sindur á bakborð. Hann var farin at leka.

Vindurin var eystligur, 15-18 m/s, og alduhæddin var tríggjar til fimm metrar.

Sum frá líður kann óhappið dálka umhvørvið nakað, tí 1000 litrar av dieselolju vóru í tangunum, sigur Sjóvinnustýrið.

Stabiliteturin hjá Ellinor var í lagi, vísa kanningarnar.

Ellinor var úr trevjaplasti, bygd í Kanada í 2001. Hon var 12,5 bruttotons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982