Fleiri fólk í 18 kommunum

Fleiri fólk í 18 kommunum
Fólkatalið vaks í 18 kommunum frá 1.desember 2022 til 1.desember 2023
Í Fámjin var fólkatalið tað 1.desember í fjør sum tað var 1.desember í 2022. Har búgva 80 fólk.
 
11.01.2024 - 05:44

Fólkatalið vaks í 18 kommunum frá 1.desember 2022 til 1.desember 2023.

29 kommunur eru í Føroyum. Í einari kommunu var fólkatalið óbroytt. Í hinum 10 minkaði tað.

Fimm av teimum 10 eru í Suðuroynni, skrivar Hagstovan.

Størsti vøkstur var í Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu og Runavíkar kommunu. 

Ikki ríkisborgarar

1.desember í fjør vóru 3.234 fólk í Føroyum ikki danskir ríkisborgarar.

54.547 fólk búðu í Føroyum 1.desember í fjør.

Tað eru 478 fleiri enn 1.desember í 2022. 

Fáir danskir ríkisborgarar leggjast aftrat fólkatalinum í Føroyum.

Teir stóðu bara fyri átta prosentum av fólkavøkstrinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205