Klaksvíkar kommuna skrásetir oljutangar

Klaksvíkar kommuna skrásetir oljutangar
Tangar, sum eru frá 1960 og eldri, skulu ikki brúkast eftir 1. januar
Endamálið við at skráseta oljutangar er at fyribyrgja dálking. (Savnsmynd)
 
22.12.2023 - 08:30

Frá 1.januar er ikki loyvt at hava oljutanga, sum er frá 1960 ella eldri. 

Í hesum sambandi er Klaksvíkar kommuna í holt við at skráseta allar oljutangar í kommununi. 

Kommunan heitir eisini á tey, sum ongan oljutanga hava, um at skráseta seg.

Endamálið við at skráseta oljutangar er at fyribyrgja dálking.

Sambært kunngerðini um oljutangar, skulu tangar, sum eru frá 1960 ella eldri, ikki brúkast eftir 1.januar 2024.

Hini evstamørkini er fyri 1.januar 2025, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1961-1980, fyri 1. januar 2026, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1981-2000 og fyri 1.januar 2028, um húsini eru bygd eftir ár 2000.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209