Fiskiskapurin á landgrunninum verður mundandi skerdur næsta ár

Fiskiskapurin á landgrunninum verður mundandi skerdur næsta ár
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar sær at fylgja øllum tilmælum frá Havstovuni um munandi skerjingar av fiskiskapinum á landgrunninum
Støðan er álvarslig, og tí er neyðugt at fylgja fiskifrøðini, heldur landsstýrismaðurin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2023 - 17:20

Tað var fyrrapartin, at Havstovan kom við boðunum, at toskastovnurin undir Føroyum ongantíð áður hevur havt tað so trupult sum nú.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni, fór so lagt, at hann segði, at vit eru í holt við at oyða toskastovnin á landgrunninum. 

Tí mælir Havstovan til at minka fiskidagarnar hjá línu-, snellu- og trolbátum við 20 prosentum, og at minka fiskidagarnar hjá partrolarum og lemmatrolarum við 10 prosentum.

 

Støðan er álvarslig

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er ikki í iva. Hann ætlar sær at fylgja lívfrøðiligu ráðgevingini frá fiskifrøðingunum.

Altso línu-, snellu- og trolbátar fáa 20 prosent færri fiskidagar frá 1. januar og partrolarar og lemmatrolarar fáa 10 prosent færri dagar. Hetta er fyri at verja toskastovnin, men fer eisini at ganga út yvir fiskiskapin eftir hýsu og upsa.

Harumframt koma eisini aðrar avmarkingar, eittnú skulu gýtingarøkini vera friðað longri tíðarskeið enn vanligt, og aðrar friðingar verða eisini.

Støðan er álvarslig, og tí er neyðugt at fylgja fiskifrøðini, heldur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188