- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kulfaktor Føroya: Klaksvík skilir vøtnini
Í sambandi við sendirøðina Kulfaktor Føroya, so hava lesarar her á heimasíðu Kringvarpsins eisini havt møguleika at atkvøtt um kulfaktorin hjá støðunum, ið eru umrødd í sendirøðini.
Klaksvík var umrøtt í síðstu viku, og tá bleiv staðfest, at ein Spyr.fo kanning vísti, at Klaksvík hevði ein kulfaktor upp á 5,4 av 10.
Les eisini: Klaksvík hevur kulfaktor 5,4
Anti sera kul ella als ikki kul
Lesararnir hjá Kringvarpinum fingu eisini høvi at atkvøða her á heimasíðuni, og tann atkvøðugreiðslan staðfesti, at Klaksvík er ein býur, ið skilir vøtnini.
29 prosent av teimum, ið hava atkvøtt her inn á heimasíðuni, halda, at Klaksvík "er sera kul".
22 prosent halda hinvegin, at Klaksvík "als ikki er kul".
Enn ber til hjá fólkum at atkvøða um kulfaktorin hjá Klaksvík her.
Er Tvøroyri kul?
Í morgin klokkan 17.05 er Kulfaktor Føroya aftur á skránni í útvarpinum, og tá verður kulfaktorurin hjá Tvøroyri, harundir eisini Trongisvágur og Froðba, máldur.
Gunnar Nolsøe er á ferð saman við serfrøðingunum Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, sum er arkitektur og eftirútbúgvin innan býarskipan.
Tosað verður eisini við fólk á staðnum um, hvat tey halda um heimstaðin.
Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 17.05