- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra limir koyrdir úr Sjálvstýri
Fýra limir í Sjálvstýri eru koyrdir úr flokkinum. Talan er m.a. um kassameistaran í Streymoyar- og Vága Sjálvstýrisfelag.
Tað váttar Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri.
Orsøkin er, at hesi fýra fóru ímóti floksleiðsluni, tá ið Sofus Hansen vendi sær til løgmálaráðið fyri at fáa innsavnaðu undirskriftirnar, sum vóru sendar ráðnum til góðkenningar í sambandi við uppstilling hjá flokkinum, og hann fekk tær.
Hetta var ímóti viljanum hjá landsnevndini.
Og hann vildi heldur ikki lata landsnevndini undirskriftirnar aftur, sigur Sámal Petur í Grund.
Landsnevndin hevur, sambært lóg, heimild at koyra limir úr flokkinum, men ein eykaaðalfundur ella landsfundur skal góðkenna tað.
Sámal Petur í Grund, formaður íSjálvstýri. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Fær gildi alt fyri eitt
Men útihýsingin fær gildi alt fyri eitt, sigur Sámal Petur í Grund.
Teir, sum eru koyrdir úr flokkinum, eru Sofus Hansen, Jan Asbjørnsson Joensen, Brandur Øssursson Simonsen og Bjørn á Heygum.
- Hetta var so grovt, at landsnevndin noyddist at handla, sigur Sámal Petur í Grund, formaður, í stuttari viðmerking.
800 undirskriftir vóru sendar løgmálaráðnum til góðkenningar, og liggja nú aftur í løgmálaráðnum.
Aðalfundur verður í Sjálvstýrisflokkinum helst í desember, sigur formaðurin.
Bjørn á Heygum, nevndarlimur í Streymoyar- og Vága Sjálvstýrisfelag, er eisini koyrdur úr flokkinum. (Savnsmynd)
Skilir ikki grundgevingina
Bjørn á Heygum, limur í nevndini í Streymoyar- og Vága jálvstýrisfelag, skilir ikki grundgevingina hjá landsnevndini.
- Hetta virkar høpisleyst, og eg eigi ongan leiklut í tí, sum er farið fram, yvirhøvur. Eg havi ikki eggjað til hatta, og eg havi heldur ikki tikið undir við tí. Og nevndin í Streymoyar- og Vága sjálvstýrisfelag hevur eisini tikið frástøðu frá tí. Tí standi eg spyrjandi, sigur Bjørn á Heygum í stuttari viðmerking í morgun.
Spurdur, um hann ætlar at stovna nýggjan flokk, svarar hann, at tað fer tíðin at vísa.
Hvørki Sámal Petur í Grund ella Bjørn á Heygum vilja gera samrøðu við útvarpið í dag.