Atlantic verður spakuliga grønari

Atlantic verður spakuliga grønari
Í 2025 skal Atlantic Airways vera tvey prosent grønt og í 2030 tíggju prosent grønt, tá ið talan er um brennievni til flogfør
30.11.2023 - 19:30

Í gjár fleyg fyrsta flogfar tvørtur um Atlantshavið við hundrað prosentum burðardyggum brennievni.

Tað ganga tó fleiri ár, áðrenn Atlantic Airways fer at flúgva 100 prosent burðardygt. 

Tað er ikki lætt at faa fatur á grønum brennievni í dag, og tað er eisini rættiliga kostnaðarmikið.

Atlantic Airways sigur seg longu hava gjørt nógv á grøna økinum, sigur Jan Johannesen, leiðslusamskipari hjá Atlantic Airways.

Føroyska flogfelagið sigur seg fylgja altjóða ásetingum. Tey vænta tó ikki, at Atlantic fer at seta meira ferð á grøna orkuskiftið enn ásetingarnar siga.

Um grønt brennievni verður at fáa í Vágum í framtíðini er ivasamt.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946