- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eivør skal spæla á stórum donskum tungmálmsfestivali
Tungmálmur og brølandi sangur er ikki beinleiðis tað, ið vit føroyingar, og onnur við okkum, samantvinna við tónleikin hjá Eivør Pálsdóttir.
Hinvegin eru tað vakur einglasangur og elektroniskur fólka-popp/rokkur
Tí vakti tað ans millum tungmálmsfjeppar, at stóri danski tungmálmsfestivalurin, Copenhell, í morgun hevur kunngjørt, at Eivør verður á skránni hjá festivalinum næsta ár saman við eitt nú Tool, Limp Bizkit, Biohazard, Bruce Dickinson, Body Count og øðrum.
The Last Kingdom spøkir
Tað skal tó sigast, at Copenhell áður hevur havt øðrvísi konsertir við eitt nú DR Symfoniorkester, har orkestrið hevur spælt tónleik úr kendum telduspølum. Og tað er ikki óhugsandi, at tað er eitt sindur tann vegin, ið fyriskipararnir av Copenhell hava hugsað, nú teir hava bókað Eivør at spæla á festivalinum
Á heimasíðuni hjá Copenhell stendur, at:
"Eivør er ein framúrskarandi føroyskur sangari og sangskrivari, hvørs songskrá fevnir um eitt sera breitt úrval av sjangrum. Hon útgav sína fyrstu plátu, "Eivør Pálsdóttir", sum tannáringur í 2000, og síðandi hevur hon flutt seg út til eina alsamt vaksandi altjóða áhoyrarafjøld við sínum sterku sangum og framúrskarandi rødd - ikki minst við sínum íkasti til sjónvarpsrøðina "The Last Kingdom" og telduspælið "God of War: Ragnarök". Tónleikurin er ein sera hugvekjandi sameining av føroyskum fólkatónleiki og elektroniskum luteindum á bæði føroyskum og enskum við hennara dragandi rødd í miðdeplinum."
Copenhell 2024 verður fyriskipaður í døgunum 19. - 22. juni.
Eivør eisini spæla á Hellfest
Copenhell verður ikki einasti tungmálmsfestivalurin, ið Eivør Pálsdóttir skal spæla á næsta summar.
Í gjár bleiv tað eisini kunngjørt, at Eivør er á skránni hjá risastóra tungmálmsfestivalinum Hellfest í Fraklandi.
Eivør er høvuðsnavnið á Temple-pallinum leygarkvøldið 29. juni 2024.