- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sverri Nielsen sett persónligt met á 6000 metrum
Sverri Nielsen sett persónligt met á 6000 metrum
Fyrireikingar hjá Sverra Nielsen fram móti OL í París ganga væl, tí føroyski rógvari á danska landsliðnum hevur júst sett persónligt met á 6000 metrum
Mynd: Sverri Nielsen á Facebook
28.11.2023 - 12:06
Føroyska watt-monstrið á danska rógvilandsliðnum, miðvingurin Sverri Nielsen, er aftur í superformi.
Tað vísa í øllum føri tíðirnar á rógvimaskinuni, tí Sverri Nielsen hevur júst sett persónligt met á 6000 metrum.
Tað kunngerð Sverri Nielsen á Facebook.
Sverri Nielsen róði teir 6000 metrarnar upp á 18 minuttir 28 sekund og 3 tíggjundapartar.
Tíð | metrar | /500m | tøk/min |
18:28.3 | 6000 | 1:32.3 | 29 |
3:02.9 | 1000 | 1:31.4 | 31 |
3:06.4 | 2000 | 1:33.2 | 28 |
3:06.5 | 3000 | 1:33.2 | 29 |
3:06.3 | 4000 | 1:33.1 | 28 |
3:05.8 | 5000 | 1:32.9 | 29 |
3:00.4 | 6000 | 1:30.2 | 31 |
Hetta boðar frá góðum í fyrireikingunum til OL í París í summar.
Sverri Nielsen skrivar, at í morgin skal hann rógva 2000 metrar, og málið er nokk eisini at seta persónligt met.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV