Koronupassið verður dagført

Koronupassið verður dagført
Heilsumálaráðið hevur biðið um eina millión í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024
Neyðugt er at dagføra koronupassið so hvørt, so tað lýkur altjóða krøv. (Savnsmynd)
 
27.11.2023 - 08:45

Hóast korona ikki verður mett sum ein farsótt longur, er neyðugt at dagføra koronupassið so hvørt, so tað lýkur altjóða krøv.

Tað hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Heilsumálaráðnum.

Í fjør kostaði koronupassið landskassanum 1,2 milliónir krónur.

Í ár kostar tað eina millión, og biðið er um eina millión í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024.

Nú umsitur WHO koronupassið. 

Passið fer eisini at umfata aðrar umfarssjúkur. 

Sannlíkt er eisini, at gula koppsetingarskjalið kann talgildast saman við koronupassinum í WHO, sigur Heilsumálaráðið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519