Heilsumálaráðið: Ov fá lata seg koppseta

Heilsumálaráðið: Ov fá lata seg koppseta
5.206 eru koppsett fyri beinkrím og 3.300 fyri koronu
Tilboðið um ókeypis koppseting kom 1. oktober, men undirtøkan hevur verið ov lítil, sigur Heilsumálaráðið. (Savnsmynd)
 
27.11.2023 - 08:14

Ov fáa taka av tilboðnum um ókeypis koppseting fyri beinkrím og koronu, heldur Heilsumálaráðið.

Tilboðið kom 1.oktober.

Í teldubrævi til fíggjarnevndina hjá løgtinginum fyri slakari viku síðani, sigur Heilsumálaráðið, at 5.206 fólk hava tikið av tilboðnum um koppseting fyri beinkrím.

3.300 hava tikið av tilboðnum um koppseting fyri koronu, síðani nýggja kunngerðin kom 1.oktober.

Fyri 1.oktober tóku 800 av tilboðnum.

Bara fýra børn, í aldrinum tvey til seks ár, hava fingið ókeypis koppseting fyri beinkrím.

Heilsumálaráðið er farið undir at orða eitt uppskot um, hvussu koppsetingarøkið kann skipast í framtíðini við tí máli at fáa enn fleiri at taka av ymsu tilboðunum um ókeypis koppsetingar fyri smittandi sjúkur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519