- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biðja um stuðul til barnaføðingardag og ítriv
Biðja um stuðul til barnaføðingardag og ítriv
Síðani Barnabati fór at veita jólahjálp, hava umleið 550 børn fingið hjálp um árið, men í fjør fingu 760 jólahjálp
22.11.2023 - 13:02
- Alsamt fleiri barnafamiljur biðja um fíggjarligan stuðul til barnaføðingardagar og til frítíðarítriv hjá børnunum.
Tað sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.
Í teimum førum, at umsóknin víkir frá tí, sum Barnabati veitir hjálp til, verður umsøkjarin vístur víðari til aðrar hjálparfelagsskapir.
Síðan Barnabati yvirtók jólahjálpina "Í menniskjum góður tokki" í 2017, hevur jólahjálp verið veitt til umleið 550 børn um árið. Men í fjør hækkaði talið munandi, úr 550 upp í 760.
Og tað bendir á, at enn fleiri fara at biðja um jólahjálp í ár.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
22112023_Djoni_Eidesgaard
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV